Um Samkirkjudagar

Samkirkjudagar vóru hildnir fyri fyrstuferð í 2022, og verða eftir ætlan hildnir 3. hvørt ár frameftir í ymsum oyggjum í landinum. 

Endamál

  • At varpa ljós á kristindómin í landinum
  • At hátíðarhalda, og gera eina fólksliga veitslu við kristindóminum sum høvuðsinnihald og endamál
  • At vit koma saman tvørturum samkomu - og kirkjulig mørk og savnast um kristnu trúnna, Guð Faðir, Guðs Son og Guðs Heilaga Anda.
  • At varpa ljós á tað vit hava og eru, og á tað, sum kemur
  • At fremja samanhald og menna kristnu trúnna okkara millum
  • At taka upp tilverunnar torføru spurningar
  • At nýta orð og tónar, myndir og ljós, frið og gleði, sang og talu, mat og drekka, kjak og hugnaligar løtur til frama fyri øll menniskju

Fyriskiparar

Fyriskiparar av Samkirkjudøgum eru:

  • Inga Poulsen Dam
  • Marjun Kálvalíð