Samkirkjuguðstænasta Kristi Himmalsferðardag

06.05.2024

Samkirkjuguðstænasta Kristi Himmalsferðardag kl. 12.00 í høllini inni í Dal.

Nú byrja Samkirkjudagar 2024 í Sandoyar prestagjaldi brátt. Dagarnir verða settir við
guðstænastu í høllini inni í Dal, har Uni Næs dómpróstur prædikar. Havstein Klein, Inga
Poulsen Dam og Marjun í Kálvalíð, sum saman við fólki í oynni hava fyrireika, siga nøkur
orð um dagarnar og Uni Næs setir Samkirkjudagar undir guðstænastuni.
Á skránni er eisini sangur og tónleikur, sum hoyrir við til eina guðstænastu. Tey hava fingið
Havnar Hornorkestur at spæla, tað er altíð gott og festligt at hoyra og syngja til.
Tað verður eisini framúr góða og kenda kórið Tarira, sum kemur at syngja pre- og
postludium, og tey syngja onkran sang innímillum eisini, tað gleða vit okkum til.
Fólk úr samkomum og kirkjum lesa bønir og tekstir undir guðstænastuni. Hetta er ein
felags guðstænasta, sum navnið Samkirkjudagar eisini leggur upp til, at vit eru felags um
alt, sum fyriferst meðan Samkirkjudagar eru.
Tað er siðvenja í Sandoynni at allar kirkjur í oynni savnast til hesa felagsguðstænastuna í
høllini. Tað er ein familjudagur, har orð og sangir til børnini eru ein partur av skránni. B 71
er eisini ein partur av degnum, tey selja mat í høllini eftir guðstænastuna, so eingin nýtist
at ganga svangur. Alt annað enn matur og drekka er ókeypis.
Samanumtikið er lagt upp til nakrar góðar, gevandi og vónandi ríkar dagar í Sandoyðar
prestagjaldi frá 09.05-12.05.2024. Vælkomin!