Samkirkjudagar á Sandi 2024

19.09.2023

Komandi ár verða Samkirkjudagar hildnir á Sandi. Byrjað verður Kristi Himmalsferðardag, sum er tann 09.05, og hildið verður fram til sunnudagin 12.05.

Samkirkjudagar er at koma saman um alt, sum kristi er, tað er sum ein kristin festivalur fyri øll kristin menniskju. Allar kirkjur og samkomur eru boðnar við. Samkirkjudagar verða fíggjaðir við stuðuli frá fyritøkum, kirkjum og samkomum í Føroyum.

Á skránni er guðstænastur, møtir, fyrilestrar, kjak, tónleikur, ungdómstiltak, barnatiltak, prát og hugni, øll eru vælkomin at stevna suður og norður til Sands til Samkirkjudagar 2024.

Endaliga skráin og luttakarar verða løgd út seinni.