Skráin leygardag

28.05.2022

Í dag, leygardagin 28. mai, byrjaði dagurin við dypping/sjógleði. Aftaná varð farið eina pílagrímsferð niðan á Trælanípu, leidd av Kitty May Ellefsen.

Kl. 12.00-14.00 verður matsøla í Bygdarhúsinum, har borðreiða tey frá Fiskastykkinum í Sandavági.

Kl. 14.00-17.00 er eisini møguligt at fáa okkurt heitt at drekka, og okkurt gott afturvið.

Kl. 17.00- Borðreiða tey frá Essuni og Kransakøkur við alskyns góðum

Kl. 14.00. Miðvágs kirkja. Fyrilestur við Kathrine Lilleør presti. ”Skriftin á vegginum”

Kl. 15.00. Beitishúsið. Framløga við Stud.teol. Elin Ellefsen, Kirkjan og sosiala uppgávan.

Kl. 16.00. Bygdaskúlin. Framløga við borgarstjóra Torbjørn Jacobsen, Kirkjan og skriftin á vegginum

Kl. 17.00. Bygdarskúlin. Pallborð. Ingolf S. Olsen verður orðstýrari. Luttakarar: Eina Gudmundsen, deknur, Hans Jørgensen, kirkjuráðsformaður, Gerhard Jónsson Mikkelsen, prestur, Kathrina Lindenskov Holm, limur í Próstadømisráðnum, Rósa Samuelsen, tingkvinna.

Kl. 19.30. Konsert við MB-húsið. Luttakarar: Blátt Gras, Bárður á Lakjuni, Jens Marni Hansen, Tórfríð Tavsen og Holgar Jacobsen, Dorthea Højgaard Dam, Lyon Hansen, Vágaverk, Lot. Tórur Mikkelsen er vertur.

Vit gleða okkum til enn ein góðan og gevandi dag

Vælkomin á Samkirkjudagar 2022!